Mikudagin 25.november 2009 kl. 19:00 heldur Zakaris Svabo Hansen, málfrøðingur, almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum um ”Málpolitikk og málfatan.”
Enskt trokar hini burtur
Eitt høvuðsevni í norðurlendskum málkjaki seinastu árini er hugtakið økismissur, tann sannroynd, at fleiri og fleiri øki fara at nýta enskt sum mál heldur enn heimamálið.
Hvørja ávirkan kann tað sum frá líður hava á heimamálið og hvussu ber til at stýra hesum?
Ber til at fáa enskt at liva saman við heimamálinum og í samljóði við tað?
Enskt trokar seg framat allastaðni og hvørja ávirkan kann tað hava á norðurlendskt samstarv, um enskt gerst samskiftismálið heldur enn eitt skandinaviskt mál?
Svarið fæst mikukvøldið 25.november kl. 19:00. Tá hevur Zakaris S. Hansen, málfrøðingur, almennan fyrilestur í Norðurlandhúsinum um norðurlendskan málpolitikk og norðurlendska málfatan. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri.
Fyrilestrarhaldarin fer at tríva aftur í kunngerðina um norðurlendskan málpolitikk, sum Norðurlendska ráðharraráðið samtykti seint í 2006 og kunna um hana.
Øll Norðurlond hava hvørt í sínum lagi seinastu árini útvegað sær álit, sum skulu lýsa málstøðuna í landinum og hvørjum ein innlendskur málpolitikkur eigur at miða eftir.
Í Føroyum hava vit havt eina málstevnunevnd, sum læt álit úr hondum til jóla í 2007, men enn bíðar álitið eftir politiskari viðgerð.
Eisini fer Zakaris S. Hansen at taka fram tættir, sum kunnu lýsa málstøðuna í dagsins samfelagi:
Er brúk fyri einum málpolitikki?
Og hvørjum eigur hann at leggja seg eftir?
Hetta eru spurningar, sum verður settir í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 25.november kl.19.00.