OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norrøna Felagið skipar fyri spennandi fyrilestri í Skúlanum á Argjahamri, hósdagin 16. apríl 2015 kl. 19

Stríðini, sum Homer gamli skrivar um í Ilionskvæðinum og Odysseus­kvæðinum, hendu ikki í Miðjararhavsøkinum kring Grikkaland. Tey hendu á okkara leiðum, í Skandinavia og Eystrasalti. Og helst hevur Odysseus eisini lagt leiðina kring Føroyar tá fyri túsund árum undan okkara tíðarrokning.

Tí Ogygia, har Odysseus búði í sjey ár, av tí at hann ikki slapp av aftur oynni fyri Kalypso, dóttir Atlas, er helst Nólsoy ella Stóru Dímun!

Tað er italiumaðurin Felice Vinci, sum er komin fram við hesum óvæntaðu útsøgnunum í bókini ”Omero nel Baltico”, sum hann skrivaði í 1995. Bókin varð í 2012 týdd til danskt við heitinum ”Homers nordiske Rødder”.

Komandi hósdag, 17. apríl, verður møguleika at hoyra Felice Vinci sjálvan greiða frá sínum ástøði um kvæði Homers, tá hann heldur spennandi fyrilestur í Skúlanum á Argjahamri.

Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum hevur fingið í lag ferðina hjá Felice Vinci til Føroya.

69 ára gamli Vinci er annars atomalisfrøðingur, og hevur verið knýttur at universitetinum í Rom. Men hannhevur eisini gjøgnum lívið verið sera upptikin av Homer og hansara fornu hetjukvæðum.

Ástøði hansara taka útgangsstøði í, at griksku sagnmennini vóru norðbúgvar, sum einaferð í tíðini eru flutt suðureftir undankuldanum, og hava tikið hetjusøgur sínar við sær. Tí hvussu kundu Trojansku kríggini annars verið kríggjað runt allan sólarringin, um tey ikki gingu fyriseg norðarlaga á jarðarhálvuni? Í miðjararhavsøkinum bar ikki til at kríggjast um náttina, hvørki summar ella vetur.

Sambært Vinci spæla Nólsoy, Stóra Dímun og Kalsoy sínar leiklutir í søgnini um Odysseus. Kvæðini ganga annars í høvuðsheitum fyri seg í skandinavisku londunum og Eystrasalti. Heim Odysseusar var á donsku oynni Lyø, hin vakra Helena úr Suðursælandi, Kalypso var føroyingur, trøllkvinnan Kirke búði onkrastaðni norðan fyri polarringin og kykloparnir vóru mannátarar úr Norðurnoregi. Troja var í Finnlandi, og trojansku kríggini gingu fyri seg í grønu dølunum har suðuri Finnlandi.

Hvussu Felice Vinci er komin fram til hetta kann upplivast
Hóskvøldið 16. apríl 2015 kl. 19 í Skúlanum á Argjahamri

Framløgan verður á enskum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.