OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Nevndin fyri Norrøna Felagið hevur nú skipað seg eftir aðalfundin 23. mars. Og formansskapurin heldur fram við Turid Christophersen sum forkvinnu og Eyrith Guttesen Leyni sum næstforkvinnu.

Umframt tær báðar er nevndin mannað av Hera Á. Simonsen, John Johannessen og Torbjörn Nyström. Torbjörn, sum hevur verið aktivur í nevndini í skjótt eitt ár, varð valdur í fast sæti í nevndini fyri Brynhild Næs Petersen, sum ikki ynskti afturval.

Tiltakslimir eru nú Marjun Patursson og Brynhyld Næs Petersen.

Á myndini síggjast frá vinstru Heri Á. Simonsen, Torbjörn Nyström, John Johannessen og Turid Christophersen. Eyrith G. Leyni hevði ikki møguleika at møta á hesum nevndarfundinum.

Á aðalfundinum var samtykt at hækka limagjaldið úr 120 krónum árliga til 150 krónur. Limir, ið ikki hava goldið, verða vinarliga bidnir um at flyta 150 krónur á kontu okkara í BankNordik: 6460 0001532245

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.