Norrøna Felagið hevur í dag sent út eina áheitan til stovnar, kommunur og virkir um at flagga við teimum norðurlendsku fløggunum mánadagin 23. mars um tað er gjørligt.
Áheitanin er soljóðandi:
Mánadagin 23. mars er sambært kunngerð almennur flaggdagur. Dagurin verður kallaður Norðurlandadagur eftir sum Helsingfors-sáttmálin, ið er grundarlagið fyri norðurlendska samstarvinum, varð undirskrivaður henda dagin í 1962.
Norrøna Felagið fer í hesum sambandi vinarliga at heita á stovnar, kommunur og virkir um henda dagin at flagga við øllum teimum norðurlendsku fløggunum um tað kann lata seg gera.