Arbeitt verður við fyrireikingum um at gera ein túr í heyst til Tróndheim í Noregi.
Málið við túrinum, sum verður í oktober mánaða, er fyrst av øllum at vitja Nidarós-dómkirkjuna, men eisini onnur áhugaverd ferðamál í økinum verða vitjað.
Túrurin varðar væntandi í eina viku.
Norrøna Felagið vil tí fegin frætta frá fólkum, sum eru áhugað í at vera við á túrinum.
Áhugað verða biðin um at ringja til forkvinnuna Eyrith Guttesen Leyni á tlf. 313784 ella 513784.