OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Ein ungur føroyingur hevur møguleika at koma eina spennandi ferð til Finnlands í vetur. Tað er Färöfonden undir systirfelagnum hjá Norrøna Felagnum, Pohola-Norden í Finnlandi, sum bjóðar einum Føroyingi at vitja í november.

Hesin Føroyagrunnurin hevur nú á øðrum hvørjum ári síðan 1975 bjóðað ungum føroyingum til Helsinki í eina viku. Endamálið er at geva viðkomandi møguleikan at læra Finnland at kenna, men eisini at taka lut í norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum er tá, og at vera við á einum útnorðurkvøldi. Tann vitjandi fær eisini høvi at vitja ríkisdagin, álandsskrivstovuna, svenska sjónleikarhúsið og eisini onkran annan av stóru finsku býunum.

Í 2009 var tað Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði, sum arbeiðir við einum spennandi samnorðurlendskari café-verkætlan, sum varð boðin til Finnlands, og í 2007 var tað tónleikarin og sjónleikarin Búi Dam.

Finsku gestirnir vilja fegnir hava umsóknir frá ungum føroyingum, sum hava áhuga í at taka ímóti hesum sjáldsama møguleika.
Tey stilla eingi krøv til umsøkjarnar. Endamálið er sum sagt at geva einum føroyingi høvi til at læra Finnland nærri at kenna. Tá persónurin – stipendiaturin, sum tey kalla tað – er valdur, verður ein skrá løgd, sum hóskar til viðkomandi.

Føroyagrunnurin rindar fyri ferð og uppihald. Í nevndini í Färöfonden sita tvey umboð fyri finsk-føroyska vinafelagið Tjaldur, tvey umboð fyri Pohjola-Norden (sum er Norrøna Felagið í Finnlandi) og tvey umboð fyri ungdómsrørsluna hjá Pohjola-Norden.

Áhugaðir føroyingar kunnu skriva ein teldupost til skrivaran í Färöfonden, sum eitur Martin Paulig. Telduposturin er This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.