Nevndin innkallar allar limir til eykaaðalfund mikukvøldið 26. apríl 2023 kl. 19.00 í Norðurlandahúsið.
Av tí at so fá møttu til aðalfundin hjá felagnum í gjár, 23. mars, hevur nevndin gjørt av at hava ein eykaaðalfund mikukvøldið 26. apríl 2023 kl. 19.00, har skráin verður víðkað við ymsum áhugaverdum fyri limir felagsins.
Skrá
- Skrá aðalfund sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin - Kunning um NordJobb
Bo Nylander, verkætlanarleiðari Føroyar & Grønland greiðir frá um møguleikir. - "En lille arkæologisk-historisk odyssé om Skotland"
Steffen Stummann Hansen, fyrrverandi stjóri Føroya fornminnissavn
Nú vit fyrireika eina ferð til oyggjarnar sunnanfyri í mai 2024, kemur Steffen Stummann Hansen at halda ein fyrilestur um vitjanarverd støð í Skotland og Orkney í tí skotska oyggjahaviðnum.
Vit vita nú at uttanlands ávirkanin á Føroyar í árunum eftir landnámið í størri mun er komin úr Skotlandi og Írlandi, enn úr Noregi. Ábendingar um hetta eru gripir, funnir í útgrevstrum, ið eru meira meinlykir teimum, ið verða funnir í bretsku oyggjunum. Eisini eru mong forn orð á føroyskum, sum hava sín uppruna úr keltiskum. Tí venda vit ferðin hjá Norrøna felagið 2024 suðureftir.
Vit ferðast saman við Norrøna felagnum í Íslandi. Við ferðaleiðara verður fari runt í Skotlandi og Orknoyum. Meira kunning verður send limun okkara í næstum.
Møtið væl upp
Setið kross í kalendaran!
Felagið bjóðar okkurt til matna.
Nevndin