OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Ársfrágreiðing fyri árið 2009 og ætlan fyri 2010.

Tiltøk í 2009

Mikudagin 21.januar 2009 var limafundur í skúlastovuni hjá SEV, har sum Kristianna Rein, orkuráðgevi, gav góð ráð um at spara streym. Lívligur fundur við nógvum spurningum og viðmerkingum. 12 fólk vóru við, tiltakið var ikki alment. SEV bjóðaði kaffi og heimabakstur.

Mikudagin 29.apríl 2009 var stórt tiltak í høllini í Norðurlandahúsinum. Karin Langeland, lærari á norðurlendska fólkaháskúlanum í Kungälv, greiddi frá um skúlan og tveir næmingar løgdu afturat um egnar royndir. Finnur Jensen, fyrrverandi næmingur, segðí frá sínari skúlatíð, og Hanus G. Johansen, eisini fyrrverandi næmingur (1987) sang nakrar vísur.

Holger Arnbjerg, Altjóða skrivstovan, kunnaði um ymsar stuðulsskipanir og tilboð ætlað skúlafólki í Føroyum.
Ása Winther Poulsen og Bjarta Johansen, næmingar í Hoyvíkar skúla, 7.flokki, í 2007 greiddu frá ferð til Grønlands, sum bar til við stuðli frá Nordplus Junior, og sýndu myndir frá ferðini.
Kristina Nolsøe, lærari á Tekniska skúla í Klaksvík, segði frá um samstarv við danskan skúla, sum Nordplus stuðlar.
Laila Hentze, fyrrverandi Nordjobb-samskipari fyri Norrøna Felagið, kunnaði um Nordjobb. 65 fólk vóru við.

Leygardagin 13.juni 2009 var summarútferðin, hesa ferð til Skarðs á Kunoynni. 26 teknaðu seg, tá avtornaði vóru við 13! Fóru úr Havn kl. 07.50 til Haraldssunds. Har vórðu vit býtt í tveir bólkar, tey djørvu, sum fóru gjøgnum Skarðsgjógv, fimm kvinnur og tveir menn, og hini, sum fóru eftir bakkanum. Gonguferðirnar gjørdust drúgvar, men stundir vóru kortini til ein góðan steðg á Skarði. Klokkan 16.00 fóru vit klintrandi oman í fjøruna, har bátur tók okkum, ein í senn, tí nakað av runi var. Tað virkaði dramatiskt, men alt gekk væl, og so var gott at fáa ein stóran Lívsins vatn.

Í Haraldssundi fingu vit døgurða í bygdarhúsinum Ljósinum, fleskasteik, reyðkál, kókað epli og sós, øl og snaps, og ís og kaffi omaná. Alt hetta fyri 300,00 kr. fyri hvønn luttakara.

Eftir ein frálíkan dag og eftir at hava sungið tjóðsangin í Ljósinum fóru vit aftur til Havnar kl.18.45. Ferðaleiðarar vóru Jónleif Johannesen og Brandur Klettskarð Kongsstovu. Ferðin var fyriskipað í samstarvi við Norðoya Kunningarstovu og felagið Skarðsbygd.

Sunnukvøldið 28.juni 2009 kl.20.00-22.00 vóru ferðaløgini úr Århus, 37 fólk, og úr Esløv, 27 fólk, og føroysku vertir teirra í Norðurlandahúsinum til øl og kips. Eyrith segði nøkur orð um Norrøna Felagið í Føroyum og um Norðurlandahúsið, og Heini Mortensen í Havnar Dansifelag greiddi frá um dansin. Øll fóru upp í ringin. Arne Nielsen takkaði fyri tey úr Århus og Kristina Warming fyri tey úr Esløv.
Gestirnir fingu loyvi at síggja Norðurlandahúsið og hoyra søguni um Norðurlandahúsið. Gestirnir vóru so hugtiknir av okkara vakra húsi og tosaðu nógv um tað og tóku myndir.

Mánakvøldið 29.juni 2009 kl.18.00-20.00 vóru tey úr Esløv í Jákupsstovu til føroyskan náttúrða og øl og snaps. Høgni segði frá um Norrøna Felagið.
Fyrr sama dagin vóru tey í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu, har sum Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, tók ímóti.
Nakrir av gestunum úr Svøríki búðu á Hotel Skansanum og Hotel Streymi og helvtin gisti heima hjá okkara limum, og tað vilja vit takka fyri.

Mikudagin 25.november 2009 kl.19.00 helt Zakaris Svabo Hansen, málfrøðingur, almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum um “málpolitikk og málfatan í Norðurlondum.” 26 fólk lýddu á, og eftir fyrilesturin var lívligt kjak um mál. Felagið bjóðaði kaffi og te.

Ársaðalfundurin 2009

Ársaðalfundurin var 25.mars 2009 í Norðurlandahúsinum. Eyrith Guttesen Leyni var afturvald í nevndina. Kári á Rógvi og Jóanes N. Dalsgaard bóru seg undan afturvali og fyri teir vórðu vald Eyðun Húsgarð og Sóley Danielsen.
Tiltakslimir eru Margretha Næss og Holger Arnbjerg, sum ikki var á aðalfundinum, men eftir at forkvinnan hevði tosað við hann í telefon, segði hann seg vilja vera eykalimur.

Nevndin skipaði seg við Eyrith Guttesen Leyni sum forkvinnu og Hallsteini Sigurdsson sum næstformanni.
Sóley var ikki leingi í nevndini, tí hon fór av landinum í útbúgvingarørindum summarið 2009.

Grannskoðararnir blivu afturvaldir. Teir eru Tórleivur Hoydal og Sólbjørn Jacobsen.

Á aðalfundinum greiddu Sóley Danielsen og Durita Johansen frá í orðum og við nógvum myndum um Vatnævintýrið í Íslandi í juni 2008, sum Norrøna Felagið í Føroyum sendi tær á.

Aðalfundurin ásetti limagjaldið í 2009 at vera óbroytt, 120,00 kr. um árið.

Finnlandsferðin

Ætlaða limaferðin til Finnlands í fjør varð av ongum, tí undirtøkan var ov lítil.

Vatnajøkul

Felagið fekk tilboð um at senda tveir føroyingar til kanningarferð niðan á Vatnajøkul á sumri 2009. Ein fór, Jan Djurhuus.

FNF seminar

FNF, meginfelagið hjá norrønu feløgunum, sum Norrøna Felagið í Føroyum er limur í, hevði eitt seminar fyri nevndarlimir og starvsfólk í Borgå í Finnlandi í september. Har vóru Eyrith, Hallstein, Carita og Høgni við.

Evnið var ”Demografi og vinarbýarsamstarv.” Arbeitt var millum annað í bólkum um evnini vælferð til eldri fólk, hvussu menna vit norðurlendska vælferð. Senior-ressursir (gráa gullið), skúli og mál, eisini grannamál í skúlunum, innflytarar í Norðurlondum, ungdómur og heilsa og mobilitetur.

Ráðgevandi nevnd

Forkvinnan umboðar Norrøna felagið í ráðgevandi nevndini hjá Norðurlandahúsinum.

Tjaldur

Annað hvørt ár bjóðar Føroyavinafelagið Tjaldur í Finnlandi einum føroyingi til Finnlands.
Í november var Brynhild Næs Petersen í Finnlandi. Hon var við í nógvum tiltøkum í Helsingfors, millum annað var eitt útnorðurkvøld.

Nevndarfundir

Nevndin hevði seks nevndarfundir í 2009.

Limatalið

Tann 1. januar 2010 vóru 222 limir í Norrøna Felagnum í Føroyum. Limatalið var 213 1.januar 2009.

Ætlanir fyri 2010

Ráðstevnan, sum skuldi vera í februar, verður 15.mai í Norðurlandahúsinum. Eftir at tveir samskiparar lupu frá, fingu vit Oddvá Nattestad at samskipa ráðstevnuna. Hon fór alt fyri eitt til verka og fekk skjótt gjørt eina skrá fyri dagin. Hana hava limirnir fingið sendandi.

Í januar 2010 var Siv Friðleifsdóttir, altingskvinna, í Føroyum og helt tveir fyrilestrar. Annar var um kvinnur í politikki og hin um bankaskrædlið í Íslandi. Ferðin var sera væl eydnað og fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr. Norrøna Felagið fekk samstundis nógva umrøðu.

Summarútferðin

Summarútferðin 2010 verður til Suðuroyar, leygardagin 5.juni.

Nýggjan skrivara

Av tí at Høgni Djurhuus hevur valt at gevast í starvinum sum skrivari hjá Norrøna Felagnum í Føroyum eftir átta og hálvt ár, fari eg at takka honum fyri tíðina og eitt gott samstarv og ynskja honum alt tað besta.

Ingi Samuelsen, tíðindamaður í Hoyvík, tekur við eftir Høgna. Seks góðar umsóknir komu til skrivarastarvið.

Eyrith Guttesen Leyni, forkvinna
24. mars 2010

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.