Aftur í ár heldur Norrøna Felagið sín árliga aðalfund á sjálvum norðurlandadegnum, 23. mars.
Eftirsum dagurin er fríggjadagur í ár, hava vit valt at halda aðalfundin klokkan 16.30, og so bjóðar felagið ein bita til matna aftaná.
Til aðalfundin standa Turid Christophersen, forkvinna, og Brynhild Næs Petersen fyri vali. Turid tekur við afturvali, men Brynhild Næs Petersen ynskir, at onkur annar tekur hennara pláss í nevndini.
Aðalfundurin veðrur hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.